Í døgunum 25.-26. apríl skipar FSF fyri einum Dómaraskeiðið við próvtøku. Skeiðið verður í FSF-húsininum í Tórshavn.

Endamál/innihald: Skeiðið hevur til endamáls, at fyrireika teg til dómarapróvtøkuna, og tá ið tú hevur staðið próvtøkuna, verður tú ein partur av dómarahópinum hjá FSF, og títt arbeiðið sum FSF-dómari kann byrja.

Tíð og staður: Útbúgvingin  tekur 15 tímar, og fer fram í FSF-húsinum, 25. og 26. apríl 2014.

Útbúgvingin gevur frálæru í:

Dómarin:                     

  • Fótbóltslógin, 17§´ir sum eru deild í fýra høvuðsevni
    • Byrjan (seta í gongd)
    • Rangstøða
    • Fríspark
    • Málmaðurin
    • Tekn/tekngeving (Dómari)
    • Fyrisiting ( Dómaraseðil vm.)

 

HD-dómari 1.

  • Hvat skal  veitrast fyri og hvussu.
  • Tekn og kropsmál
  • Tulking av rangstøðu. (video/DVD)
  • Útskifting

Felags

  • Verklig undirvísing á vøllinum/samstarv
  • Upphiting
  • Próvtøka

 

Førleikar: FSF dómari kann døma ungdómsdeildir, 3.deild, 2.deild og Kvinnudeildina.

Upptøkutreytir: Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Fyrimunur er um næmingurin hevur tikið grundskeiðið “Dómarin”, tað er tó ikki ein treyt..

Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiðið er kr. 1.000. Íroknað kostnaðin er frálærutilfar og kostarhald.

At hava við: Tað er neyðugt at hava venjingarbúna og uttandura skógvar við. FSF letur lógbók á føroyskum, skriviamboð o.a..

Tilmelding: Áhugaði eiga at venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina víðari. Tó ber eisini til at útfylla tilmeldingarlepan niðanfyri og senda hann beinleiðis til FSF. Kvittan fyri goldið luttøkugjald eigur at fylgja við. Tilmeldingarfreistin er  til mikudagin 16 apríl 2014

Meiri fæst at vita frá FSF-skrivstovuni, tlf 351979.

Við ítróttarkvøðu

FÓTBÓLTSSAMBAND FØROYA

Lassin Isaksen, 291980

lassin@football.fo