Nú kunnu lið tekna seg til stóru barna- og ungdómskappingina, sum B36 skipar fyri í juli mánaði 2016.

Leygardagin 9. juli 2016 skipar B36 aftur fyri Intersport Summar Cup. Kappingin er ein barna- og ungdómskapping, har dentur verður lagdur á bæði tað ítróttarliga eins og tað sosiala, ið øll børn og ung í Føroyum kunnu fáa gleði av og sum kann skapa vinabond tvørtur um feløgini.

Vinnararnir í hvørjum aldursbólki fáa steyp og atgongumerkir til steypafinaluna í heyst, meðan bæði nr. 1, 2, og 3 fáa heiðursmerkir. Vinningur verður eisini latin til tað liðið, ið skorar flest mál í hvørjum aldursbólki.

Aftrat sjálvari fótbóltskappingini verður eisini eitt stórt event økið, har øll, sum luttaka í kappingini kunnu hugna sær og hava ein steðg frá fótbóltsdystinum og stuttleika sær saman við vinum og kenningum.

Les meira um kappingina og melda til á www.summarcup.fo.