Print Friendly, PDF & Email

Hóast vit ikki væntaðu tað, so verður Jan Ó. Ellingsgaard aftur at síggja á liðnum í ár. Hann fær tó ikki byrjanina við, men kemur í hópin frá mei mánaða av. Jan hevur spælt fleiri av venjingardystunum, men fer niður aftur til Danmarkar at gera skúlan lidnan, áðrenn hann kemur heim aftur í mei.
Dygdirnar hjá Jan kenna vit øll, og serliga er tað teknikkurin og tey neyvu innleggini sum vit hava vant okkum við í Fløtugerði.
Jan hevur bara umboðað okkum, og hevur hann spælt 188 dystir fyri besta liðið, hóast hann bert er 24 ára gamal. Tað er altíð gleðiligt, at menn velja barndómsfelagið og er Jan enn eitt dømi um hetta.
Vit ynskja Jan tilukku við sáttmálanum, og gleða okkum til kappingin byrjar um knappan mánaða.

Fylg við á if.fo um tíðindi, sum viðvíkja ÍF

KOYR Á, ÍF!