Ársveitslan er í gongd í mentanarliga flaggskipinum í bygdini, og fyri løtu síðan var leikari nummar tvey avdúkaður.

Jan Ó. Ellingsgaard hevur verið ein berandi leikari í nógv ár, hóast hann síðstu árini hevur flutt ímillum Danmark og Føroyar. Longu nú er avgerðin hjá honum tikin, at hann verður í Fuglafirði, og ikki minst ÍF, komandi ár.

Jan hevur higartil spælt 166 dystir og skotið 12 mál í Effo deildini – allar fyri okkum.

Saman við Frank og Nenad er Jan einastu leikararnir, ið einans eru skrásettir fyri okkum. Sáttmálin, sum Jan hevur skrivað við barndómsfelagið, er galdandi fyri 2016.

Vit gleða okkum til enn eitt ár við Jan á liðnum.

Fleiri avdúkingar koma seinni í kvøld, so tað er bara at fylgja við á if.fo, um tú ikki hevur møguleikan at sita í Mentanarhúsinum í kvøld.

 

Koyr á, ÍF