Print Friendly, PDF & Email

ÍF og Jan Ó. Ellingsgaard hava skriva undir sáttmála fyri 2 tey komandi árini.

Nú ein nýggj byrjan er, eru vit ógvuliga glað um, at Jan er komin aftur.

Tað verða fleiri ungir leikarar við í hópinum komandi ár og tí hevur  tað stóran týdning at hava ein so royndan leikara sum Jan við í hópinum.

Jan hevur spælt 282 dystir í bestu deildini, av teimum hevur hann leikt 252 dystir fyri ÍF. Hann hevur skotið 33 mál.