Líkindini at spæla fótbólt í Fuglafirði í dag vóru av teimum allarbestu, stilli og sólin skein, men áskoðararnir vóru ikki nógvir. Liðini hava ikki so nógv at spæla fyri, bæði spæla í bestu deildini næsta kappingarár.
Fyrri hálvleikur var rættiliga javnur og bæði liðini løgdu seg eftir at spæla góðan fótbólt, hóast ferðin kundi verið munandi hægri.
Tá ið 25 minuttir vóru spældir, eydnaðist tað Andy at fáa ein góðan bólt út í høgru síðu. Hann streyk avstað og dundraði bóltin í netið til støðuna 1-0 til ÍF. Eitt vakurt mál.
Skálamenn fullu ikki í fátt, nei teir spílaðu seg út og stríddust væl allan dystin.
Beint áðrenn hálvleik fekk Skála eitt hornaspark, og tað eydnaðist skálamanni, ið stóð fullkomuliga fríur inni í 16 metrinum at seta bóltin í málið til støðuna 1-1.
Seinna hálvleik tóku fuglfirðingar yvir, og tað tóktist sum skálamenn vóru nøgdir við ein javnleik í Fuglafirði og løgdu dent á verjuspælið.
ÍF-ararnir trýstu og spældu seg til heilt nógvar kjansir, men í málið vlldii bólturin ikki.
Ta einu ferðina hevði Skála møguleika at skora, tá ið ein gott skot varð lagt inn fyri málið, har spælari við einum dundursskotið smekkaði bóltin beint oman fyri málstongina.
ÍF-liðið legði Skála undir eitt veruligt trýst móti endanum, men teir misnýttu møguleikarnar og teimum eydnaðist ikki at vinna dystin, sum teit áttu at havt gjørt.
ÍF-liðið gjørdi ongar útskiftingar, fyrrenn einir 7 minuttir vóru eftir av spælitíðini. Dánjal, Ingi Sørensen og Hanus E. komu inn, men teir høvdu ikki meira enn fingið hitan í kroppin, so varð dysturin liðugur.
Næsti dystur verður móti HB í Havn, ið liggur beint frammanfyri ÍF á 5. plássi.
Dystirnir millum HB og ÍF plaga at vera rættiliga javnir og góðir.
Vóna so verður næsta dyst.

Signar