Print Friendly, PDF & Email

Óheppið var tað, at tveir heimadystir skuldu spælast í Sarpugerði í Gøtu, tí tá er ikki talan um heimadystir, men útidystir fyri bæði liðini. Nógv færri áskoðarar vóru til dystirnar í Sarpugerði, enn teir eru vanliga í Fuglafirði. Mong vóru tey, ið spurdu, kundi tann seinni dysturin ikki verðið fríggjadagin, tí so kundi verðið spælt í Fuglafirði, tí tá var vøllurin tøkur ?
Hetta er farið, og kanska hava vit lært av hesum og taka tað til eftirtektar.
Dysturin endaði við javnleiki, ein dystur, ið ÍF hevði uppiborið at vunnið.
Okkara lið spældi góðan og vakran fótbólt, og allir leikararnir gjørdu sítt besta. At ÍF – liðið brendi eitt brotsspark, kom dátt við, men slíkt kann jú henda.
Álopið hjá ÍF riggaði væl. Clayton, Nenad, Ari, Andy og Dánjal leiktu skilagott, og sluppu ferð eftir ferð inn um FC – Suðuroy verjuna. Ja, tað er ikki ov nógv sagt, at tað var ein frøi fyri eygað at síggja góða og undirhaldandi spælið hjá okkara monnum – øllum somlum.
FC – Suðuroy vísti aftur í hesum dystinum, at teir geva ongantíð upp, tvørturímóti løgdu teir nógv fyri. Úrmælingurin Jón Krosslá hótti okkara verju fleiri ferðir. Hann er ein vandamikil mótspælari, ið hevur stórt sjálvsálit og honum nýtist ikki tað nógva plássi fyri at gera ein vørr.
Tá ið hálvur tími varð leiktur bragdaði hjá okkara monnum. Eitt væl skipað álop varð sett í gongd, ið endaði við einum bólti, ið Clayton skeyt til Dánjal, ið smekkaði bóltin í netið til 1 – 0. Eitt sera vakurt mál.
Nakað inn í seinna hálvleik vóru vit mong, ið væntaðu at ÍF fór at fáa sítt næsta mál, tí Nenad varð um at skjóta bóltin í netið, tá ið ein mótspælari legði fót fyri hann, og dómarin var ikki í iva – brotsspark.
Ari, ið hevði leikt ein góðan dyst í dag, varð settur at skjóta, men tíverri var hann so óheppin at glíða á vøllinum, tá ið skjótast skuldi, ið bar í sær, at bólturin fór langt oman fyri málið.
Stutt eftir fekk FC – Suðuroy sítt fyrsta mál, ið Krosslá sendi í netið, so støðan gjørdist 1 – 1.
ÍF trýstu nú, høvdu fleiri góð álop, og so einaferð eydnaðist tað at fáa bóltin í netið til støðuna 2 – 1 til ÍF. Bólturin varð skotin úr høgru síðu inn fyri málið, har Clayton stóð, ið setti hann í netið.
Mong væntaðu nú, at ÍF fór at vinna so dyggiliga, tí teir sótu á dystinum, men eingin skal kanna sær bitan, fyrrenn hann er svølgdur, tað áttu vit at vita.
FC – Suðuroy gav ikki upp, teir løgdu alla sína orku í at fáa javnleik, og mín sann gav tað bonus, tí enn einaferð eydnaðist tað Krosslá at seta bóltin í netið til 2 -2. Hetta kom dátt við hjá fuglfirðingum, tí ÍF- liðið hevði meira spæl. Men tað varð ikki nóg mikið fyri suðuroyarliðið, tí stutt eftir fingu teir triðja málið og førdu í dystinum 3 – 2.
ÍF – liðið stríddist væl í dag, og tað var týðuligt, at teir høvdu sett sær fyri at vinna.
ÌF – álopini skolaðu móti FC – suðuroy, men við stríðsvilja og ágrýtni, megnaðu teir at steðga fuglfirðingum.
Men so einaferð eydnaðist tað ÍF – liðnum at fáa triðja málið, ið Laval setti í netið til støðuna 3 – 3, ið gjørdist endaliga støðan.
Taka vit samanum, so var okkara lið óheppið ikki at vinna. ÌF – liðið spældi betur enn FC – Suðuroy og spældi seg til nógvar kjansir, ið liðið ikki megnaði at fáa nóg mikið burturúr.
Verður dysturin at rokna sum heimadystur, so varð úrslitið fyri ÍF ikki nóg gott.

Signar