Print Friendly, PDF & Email

ÍF – liðið er eitt rættiluga gátuført lið.
Viðhvørt spælir liðið fram úr væl og sigrar ella spælir javnleik móti sterkastu liðum í bestu deildini, og har alt talar fyri sigri, megnar liðið alt ov lítið.
Okkara lið møtti AB – liðnum í dag í Gøtu.
AB – liðið liggur næst niðast á stigatalvuni, og hesaferð átti ÍF – liðið heimadyst. Seinast vit spældu móti teimum á Argjum, leiktu vit javnleik 1 – 1, so alt talaði fyri einum sigri.
So skjótt dysturin varð bríkslaður í gongd, vístu AB – liðið ein brennandi vilja.
AB – leikararnir vóru sera ágrýtnir og arbeiðssamir, meðan ÍF – liðið hevði trupult við at koma upp í ferð, ið er neyðug fyri at náa málinum um ein sigur.
Tá ið umleið 20 minuttir vóru leiktir, eydnaðist tað AB at fáa mál.
Ikki fyri at taka nakað frá AB, men ÍF – liðið “foreraði” teimum málið, við at gera eitt fult komuliga óneyðugt fráspark, beint uttan fyri 16 – meturin í høgru síðu.
ÌF – verjan var ótrygg í dag, og tað kom til sjóndar, tá ið frísparkið varð skotið.
AB – leikarar stóðu púra fríir og lætt var at seta bóltin í netið til støðuna 1 – 0 til AB.
!0 minuttir seinni fekk AB hornaspark, og enn einaferð eydnaðist AB at fáa bóltin í málið, til støðuna 2 – 0, ið eisini var hálvleiksstøðan.
So skjótt sum seinni hálvleikur varð settur í gongd, vístu fuglfirðingar seg frá síni góðu síðu – ágrýtnir, raskir og leiktu góðan og vakran fótbólt. Tað gekk ikki long tíð, so eydnaðist tað Nenad at seta bóltin í netið til 2 – 1.
ÍF- liðið tók nú yvir, og mangt bendi á, at nú fór vend at koma í. Fleiri góið álop vórðu gjørd, men ikki eydnaðist at fáa bóltin í netið.
So hendi tað, sum so mangan hendir í fótbólti, at hitt liðið fær mál. AB fekk eitt hornaskot, ið varð skotið væl inn fyri, har AB -leikari fekk høvdað bóltin í málið, so støðan bleiv 3 – 1.
Fuglfirðingar fullu ikki í fátt av hesum, tvørturímóti, løgdu teir alla sína orku í at vinna dystin. Stríðsviljin kom týðuliga til sjóndar, og við vøkrum og skilagóðum spæli, eydnaðist tað Clayton at seta bóltin í netið til støðuna 2 – 3. ÌF – lið helt fram at trýsta. Bartal varð settur fram at styrkja álopið, og mín sann gav hetta úrslit.
ÍF – liðið fekk hornaspark, ið Andy skeyt væl innfyri, og so var góði, gamli Bartal har við høvdinum og setti bóltin í netið til javnleik 3 – 3. Fuglfirðingar hildu fram at trýsta, og teir vóru um at fáa fjórða málið, men tað eydnaðist tíverri ikki.
Havandi í huga at AB var nógv tað betra liðið í fyrra hálvleiki, meðan ÍF – liðið átti allan seinna hálvleik , so var úrslitið rættvíst.
Komandi hóskvøld skal ÍF -liðið spæla móti FC – Suðuroy í Gøtu.
Spælir ÍF – liðið báðar hálvleikirnar við fullari ferð, so megnar liðið at vinna.
Vit hittast í Sarpugerði komandi hóskvøld.
Signar