Print Friendly, PDF & Email

Tað er altíð spennandi, tá ið grannauppgerð er millum fuglfirðingar og Víking.. Hesaferð varð spælt í Sarpugerði í Gøtu.

So skjótt sum liðini gjørdu seg til reiðar at spæla, sást, at fuglfirðingar høvdu framt fleiri broytingar á liðnum. Sterki verjuspælarin Bartal varð settur í álopið, og verjan varð somuleiðis umskipað. Áki, sum ikki hevur verið við á liðnum í eina tíð, var settur sum vinstri bakkur.

Tað fyrsta korterið spældi Víkingur betur enn ÍF og komu til nakrar góðar málkjansir, m.a. við at raka á stongina, ta einu ferðina. Misskiljingar vóru í ÍF verjuni og miðvøllinum, helst av tí broyttu uppstilling, ið teir ikki høvdu vant seg til.

So eydnaðist tað Víkingi at fáa eitt gott mál, ið Bárður Hansen skeyt.

ÍF liðið styrknaði, sum dysturin leið, og tað gekk ikki heilt long tíð, so var ÍF liðið tað betra liðið, ið spældi seg til hópin av málmøguleikum, sum tó ikki kastaðu av sær.

Men so einaferð bragdaði. Karl Løkin fær bóltin nakað uttanfyri 16 meturin, smekkaði til og bólturin skrúvaði so mikið nógv, at málmaðurin hjá Víkingi hevði ongan møguleika at bjarga. So varð støðan 1 – 1.

ÍF –ararnir stríddust væl og dúgliga eftir málið teir fingu, meðan Víkingur ikki vísti tað stóra.

Víkingur fekk fleiri hornaspørk, ið teir fingu lítið burturúr. Somuleiðis fingu teir fríspørk uttanfyri 16 meturin, menn frálíki skjútti teirra, Súni Olsen, hevði ikki eydnuna við sær í dag.

Spælið hjá ÍF var nakað øðrvísi í dag, enn tað plagar at vera. Nógv longskot vórðu gjørd fram til álopið, men sjáldan eydnaðist hetta til fulnar. men helst hevur spælið hjá fuglfirðingum ørkymlað Vìking, tí Víkingur fekk heldur ikki sítt spæl at rigga, sum teir so mangan hava víst.

Samanumtikið kann sigast, at dysturin var spennandi, tí tað leikaði so javnt á, men talan varð ongantíð um áhugaverdan fótbólt, ið vit eru von at síggja hesi lið spæla.

Víkingur hevði nakrar kjansir í seinna hálvleiki, ið teir misnýttu. Besta møguleika mundi ÍF – liðið hava, tá ið bóltutin varð sendur út í vinstru síðu til Clayton, ið fór avstað við nógvari ferð, fyri síðani at senda bóltin inn fyri málið, har Bartal stóð einsamallur frammanfyri Geza Turi, men tíverri fór skotið frá Bartali beint við síðuna av málinum.

Trúgva viðhaldsfólk ÍF´s varð møtt væl upp, og róp teirra hoyrdust um alt Sarpugerð – og nakað væl aftrat. Slíkir dyggir stuðlar eru gullverdir.

Vikingur var spátt av ítróttarserfrøðingum at verða eitt lið, sum fór at vera millum tey fremstu. Higartil hevur eydnan ikki verið við teimum. Við javnleikinum í dag eru liðið komið upp á 7 stig og liggur á einum 7. plássi.

ÍF er nú komið upp á 10 stig og liggur á einum 5. plássi.

Javnleikur í Sarpugerði í dag var eitt rættvíst úrslit.

 

Signar á Brúnni