Sum tíðindi bórust fyrr í dag, skal tað hervið verða váttað, at Jógvan Martin Olsen hevur sagt seg úr starvi sum høvuðsvenjari hjá ÍF.

Orsøkin liggur í, at hann ikki metir, at hansara arbeið hevur livað upp til tey krøv, hann hevur sett sær sjálvum.

Vit skulu nýta høvi at takka Jógvan Martin fyri gott samstarv, og eru hørm um, at samstarvið bleiv so stutt. Harafturat skulu vit ynskja Jógvan Martin alt tað besta framyvir í nýggjum avbjóðingum.

Jákup Mikkelsen kemur at taka sær av liðnum fram til annar venjari er funnin. So skjótt hesin er komin verður tað almannakunngjørt.

 

Koyr á, ÍF!