Print Friendly, PDF & Email

Eftir at sáttmálin við Leivur Joensen kom uppá pláss, hevur nevndin gjørt skjótt av, og longt leigusáttmálan, sum felagið hevur havt við KÍ, um leigu av verjuleikaranum John Daniel Guðjonsson. Leigusáttmálin er longdur, so at John Daniel eisini verður við okkum komandi ár, og her frá skal eitt stórt takk ljóða til KÍ fyri gott samstarv.

John Daniel kom til okkum áðrenn kappingarbyrjan í ár, men skaðar hava gjørt, at hann ikki hevur spælt fleiri enn 7 dystir, men evnini eru tó so eyðsýnd, at vit fegin vildu leingja við hann. 18 ára gamli klaksvíkingurin hevur eisini verið partur av U17 og U19 landsliðunum hjá okkum, har hann tilsamans hevur spælt 5 dystir.

Vit eru ógvuliga fegin um, at samstarvið við John Daniel og KÍ heldur fram, og ynskja honum tillukku við sáttmálanum.

 

Koyr á, ÍF!