Hóast kappingin er byrjað, so er flytingargluggin framvegis ikki latin aftur. Hetta merkir sjálvandi, at vit hava tíð til at heinta fleiri leikarar, og í dag má sigast at ein profilur hevur skrivað undir. Karl A. Løkin hevur valt at komið aftur til okkum, eftir at hann hevur roynt seg í danska 2. deildar felagnum Næstved seinnu hálvu í fjør.

Arbeiðssami miðvallarin, sum kann renna sólina svarta, hevur skrivað undir tvey ára sáttmála, og fer hann sostatt undir sítt triðja skeið í ÍF búnanum. Umframt at verða sera arbeiðssamur og at røkja bæði offensivar og defensivar skyldur, legði Karl mál afturat sínum spæli í fjør, tí frá sínum leikluti á miðvøllinum skeyt hann 6 mál í 20 dystum fyri okkum. Karl hevur higartil umboðað besta liðið hjá okkum 103 ferðir, og hevur hann eisini spælt 3 landsdystir, umframt at hann hevur verið við á U17, U19 og U21 landsliðunum hjá Føroyum.

Karl sigur við if.fo, at hóast fyrispurningar vóru aðrastaðni frá, so var eingin ivi, hvar hann vildi spæla, tá ÍF bjóðaði seg.

Tað er altíð gleðiligt, at menn, sum hava roynt seg aðra staðni, velja at koma aftur til Fuglafjarðar at trekkja reyða búnan yvir høvdið. Vit ynskja Karl hjartaliga tilukku við sáttmálanum, og loyva okkum at ynskja honum vælheimafturkomnan til ÍF.

KOYR Á, ÍF!