Fjóðringsfinalan í Løgmanssteypinum
Lotið var kalt, tá ið KÍ og ÍF runnu inn á vøllin í Djúpumýru –

Okkara menn, ið spældu: : Jákup, Jan, Høgni Z,  Bartal, Leivur (Áki), Nenad, Hanus (Jákup), Høgni M, Heri, Ari(Poul), Øssur.
Aðrir: Aleksandar og Hallgrím

Dysturin var ikki ein, ið fer í søgubøkurnar sum vælspældur. Fyrstu min. var spælið javnt, men so tóku KÍararnir yvir. Hóast teir høvdu bóltin meir enn okkara menn, spældu teir seg ikki til nakran málmøguleika. Tá um 25 min. vóru spældir, javnaði spælið seg. Vit høvdu spælt í uml. Hálvan tíma, tá ið fyrsti málmøguleiki kom, og hann var stórur. Okkara menn spældu seg væl í gjøgnum í høgra borði. At enda kom bólturin til Hanus, ið gjørdi skjótt av og skjeyt, men tíverri skjeyt hann bóltin beint á Meinhard. Nú skolaðu álopini á bæði mál. Stutt eftir okkara møguleika, skutu vertirnir væl uppum, hóast møguleikin var góður. Tað var hann uppaftur betur, tá ið vit høvdu spælt uml. 34 minuttir. KÍ fór ígjøgnum í okkara høgru síðu, har Álvur sparkaði bóltin væl inn til ein frían Páll K, men onkursvegna bombaði hann bóltin væl upp um málið.Tað sama gjørdi Álvur, sum eisini var fríur – og Nenad skjýtur beint í favnin á Meinhardi. Jú, málmøguleikarnir vóru stórir. Tá ið fólk gjørdu seg til at fara at keypa sær ein kaffimunn, hendi tað, sum ikki mátti henda. Vánaligt útspark frá Jákupi, ringt verjuspæl ger, at Álvur sleppur í gjøgnum í vinstru síðu og kann spæla til ein blankan Páll, sum hevur lætt við at skora. Stutt eftir bríkslaði dómarin til hálvleiks – og kaffið smakkaði beikst.

Vit løgdu beint í krovið á KÍ í seinna hálvleiki. Tá ið 5 min. vóru spældir broderaðu vit okkum í gjøgnum í vinstra borði og heilt inn á 5 meturin, har Hanus, nakað “spískur” smekkar til. Tíverri rakti bólturin stongina og fór til málspark. Og vit góvust ikki at trýsta. Ikki frítt at heimaáskoðararnir vóru ótryggir um gongdina, tí har var sum í grøvuni. Hinvegin kundu okkara áskoðarar saktans heppað væl betur. Vit trýstu og trýstu og hart leikaði á KÍ málið. Tá uml. Hálvur tími var spældur, bjargaði KÍ leikari einum skallara á strikuni. Nú var tíðin um at ganga undan og Albert tók Hanus út fyri Poul, og Ara fyri Jákup. Poul fór í verjuna, meðan Bartal fór fram í álopið. Stutt eftir vóru vit aftur um reppið at fáa mál. Æssur fór fram í vinstra borði og sparkaði bóltin flatt inn mitt fyri málið, men hart pressaðu av Meinhardi skjeyt Bartal bóltin fram við málinum. Har átti eisini at verið mál. Slíkt press gevur møguleikar til kontra, og stutt fyri tíð áttu KÍ leikari at fingið mál. Einsamallur við Jákup loppaði hann bóltin upp um Jákup. Bólturin rakti stongina og hevði farið inn, um Poul ikki hevði runnið aftur og fingið sparkað burtur. Seinasta álopið áttu vit, men skotið fór beint uppum.

Ikki frítt, at tá ið dómarin  Rúni Gaardbo ( Johnleif Gerðisá og Edvard Højgaard), ið dømdi væl, bríkslaði dystin av, var tað við kensluni, at dystin kundu vit gott havt vunnið

– og tað føldist enn kaldari, tá ið dysturin var liðugur.

Myndirnar hevur Erland Sivertsen tikið

[nggallery id=8]