Komandi dystirnir hjá fremsta mansliðnum hjá okkum verða spældir í Gøtu. Tann fyrri, sum er ímóti AB, verður leiktur sunnudagin 21. juni klokkan 15.
Tað er ikki endaligt enn, men alt bendir á, at dysturin móti FC Suðuroy verður leiktur hóskvøldið 25. juni kl 19. So skjótt hetta er váttað, verður tað almannakunngjørt.

Vónandi koma nógv at stuðla okkara monnum til hesar dystir.