Print Friendly, PDF & Email

Nú fýra umfør eru spæld í bestu kvinnudeildini, kann ikki sigast annað enn, at okkara kvinnur hava fingið eina fína byrjan.  Stigatalvan sigur 9 stig og nr. 4, men tað er einans málmunurin, ið skilir tær frá at liggja sum nr. 1.
Tær løgdu bragdliga fyri og vunnu tveir fyrstu dystirnar. Fyrsti úti í móti AB 1-2 (Kristina og Rósa), og aftur í móti felagsliðnum B68/NSí 0-1 (Erla), áðrenn tær taptu heima í móti EB/Skála 1-7 (Sara). Tær reistu seg tó aftur og vunnu 2-1 (Kristina og Rósa) í Gøtu í móti Víkingi. Tær eru somuleiðis komnar víðari í steypakappoingini uttan at spæla, tí B68/NSí fekk ikki mannað lið.

Kvinnurnar spæla aftur sunnudagin 28. apríl. Dysturin verur í Fløtugerði í móti B36