Fyri fyrstu ferð hava vit spælt okkum í finaluna fyri kvinnulið.  Fyrra hálvfinalan varð spæld í Gøtu, og endaði dysturin við 3-1 sigri til Víking, og vildu teir vera við, at teir høvdu annað beinið í finaluni. Men gamalt er, at man skal ikki kanna sær bitan, fyrr enn hann er svølgdur.
Veðrið var av tí besta, tá liðini møttust í Fløtugerði í dag. Okkara kendu setningin, vit máttu vinna við 2 ella fleiri málum. Fyrri hálvleikur var eitt alsamt trýst á Víkingamálið. Í 26. min. bragdaði, tá ið Dania skjeyt bóltin í málið. Hóast hetta eisini var hálvleiksstøðan, áttu vit at ført minst 5-0, men skotini raktu antin stong ella tvørliggjara. Gestirnir sluppu als ikki at spæla, so útlitini fyri at koma í finaluna livdi, tá ið farið var til hálvleiks.

Seinni hálvleikur var ikki eins góður og fyrri. Okkara vóru tolnar og spældu væl- serliga gekk spælið í síðunum gott. Hóast gott spæl, gekk striltið at spæla til upplagdar møguleikar. Í hinum endanum hóttu gestirnir við nøkrum frí-og hornaspørkum, men ikki við beinleiðis uppspæli. So kom dagsin detalja! Nakað afturin á vøllinum undirskrúvaði Erla bóltin upp um verjuna hjá Víkingi. Bólturin kom niður áleið 16 meturin, men undirskrúvingin gjørdi, at bólturin stedgaði og snýtti málmannin, sum var kom út úr málinum. Nú bleiv kapprenning. Okkara álopsleikarar og teirra verjuleikarar runnu fyri finaluni. Í harðari harðari kapping var tað Mirjam Hansen, sum stríddis seg fram um verjuleikaran og skjeyt bóltin í málið – og ÍF í finaluna.

Finalan verður spæld tann 24.august. Mótstøðuliðið verður helst KÍ, sum vann fyrru hálvfinaluna 4-0 úti í móti EB/Skála.

Hesar byrjaðu inni: Jónfríð Hansen, Durita Nielsen, Marta Thomsen, Sigrid Petersen, Mirjam Davidsen, Kristina Obradovic(Rósa Olsen 39.min), Erla Róin, Mirjam Hansen, Mary-Ann Zachariassen, Elsa G. Sevdal og Dania Olsen (Jenny á Lakjuni75 min.).
Á beinkinum: Kára I. Djurhuus, Annika Eliasen, Randi Petersen.
Venjarar/liðleiðarar: Durita Djurhuus, Bogi Nielsen og malena Hansen