Íf kvinnurVið einum sera væl leiktum fyrra hálvleiki, vunnu kvinnurnar 2-1 á B36 í Gundadali leygardagin 19. apríl. Hetta var triðja umfar í landskappingini og fyrstu trý stigini til kvinnurnar hetta kappingarárið. Vit spældu gott á øllum plássum og høvdu sera gott samanspæl, serliga í fyrra hálvleik. Eftir 33 minuttir legði Arna Vatnhamar eina flotta avlevering til Jakobu Svensdóttir á høgru síðu uttanfyri 16 meturin. Jakoba sendi eitt beinleiðis langskot í málið uttan nakran tjans fyri B36 málverjan! Eitt sera vakurt mál og var hetta eisini fyrsta málið hjá Jakobu í kvinnudeildini.

Sjálvt um kvinnurnar høvdu fleiri málmøguleikar og nógv gott spæl, komu ikki fleiri mál í fyrra hálvleik. Hálvleikstøðan var tískil 1-0 til ÍF/VÍKING. Í seinna hálvleik leikaði meira hart á og B36 kom nógv meira fram á vøllin og javnaðu tær eftir 67 minuttir við einum beinleiðis frísparki 4-5 metrar uttanfyri 16 meturin á vinstru síðu. Hetta var eisini eitt sera flot mál av Biritu Mortansdóttir hjá B36. ÍF/VÍKINGA kvinnurnar stríddist tó víðari og verjan og málverjin stóð væl ímóti trýstinum frá B36. Aftaná 83 minuttir kom eitt skjótt álop frammi á B36 hálvuni og Simona Heinesen í B36 málinum misti langskotið frá Jensu Olsen sum Jóhanna Lervig, aftaná farligt smáspæl frammanfyri B36 málinum, sendi í netið til 2-1. Ein fult uppibornan sigur, hóast seinni hálvleikur var meira javnur.

Næsti dystur hjá kvinnunum í 1. deild er ímóti HB í Gundadali 27. apríl.