Print Friendly, PDF & Email

Vit kunnu almannakunngera, at U17 landsliðsleikarin, Levi Jøkladal, hevur gjørt avtalu við okkum um komandi kappingarár. Levi, ið hevur gingið í fótbóltsflokkinum í Havn, má teljast millum evnaríkastu leikararnar í landinum, og hevur hetta eisini kastað eina úttøku til U17 landsliðið av sær. Levi spælir fyri tað mesta á miðvøllinum og hevur eisini vant nakað við besta liðnum í ár, men av tí hann ikki fyllir 16 fyrr enn í desember, hevur hann ikki havt loyvið til at spælt vaksnamannafótbólt fyrr enn næsta ár.

Vit eru glað fyri, at enn ein leikari hevur gjørt avtalu við barndómsfelagið fyri 2014, og ynskja honum tilukku við sáttmálanum.