Gilli R. SørensenVit kunnu í dag almannakunngera, at vit hava skrivað ein langan sáttmála við ein leikara, ið má sigast at verða ein profilur á liðnum. Umframt at hava spælt 4 A-landsdystir og 11 U21 landsdystir, har hann eisini var liðskipari, má Gilli R. Sørensen teljast millum mest spennandi leikarar, ið føroyskur fótbóltur hevur at bjóða. Seinnu árini hevur hann verið knýttur at danska stórfelagnum AaB, men í frá í summar av og hálvfjórða ár fram kemur hann at umboða ÍF. 23 ára Gilli hevur spælt fyri barndómsfelagið TB og B36 í føroyskum fótbólti, og hevur hann tilsamans 49 dystir í fremstu deildini, umframt 33 í næstfremstu, og hevur hann tilsamans hevur skotið 25 mál. Gillir er framrættaður leikari, ið kann spæla á báðum síðunum, umframt at hann eisini hevur royndir á báðum vongverja plássunum. Gilli sigur við if.fo, at hansar fyrsta raðfesting var at fáa fasta spælitíð, umframt at hann eisini vil vinna sær fast landsliðpláss, og metir hann ÍF kunna nøkta hesar tørvir, og tí var eingin ivi um, at hann vildi binda seg til felagið í so langa tíð. Harafturat kennir hann nakrar av leikarunum frá U21 landsliðnum, har hann serliga gleðir seg til samstarvið við Ara Ó. Ellingsgaard, sum hann er vanur við at spæla saman við, og sigur seg finna væl í offensiva spælinum. Gilli kemur til Føroya síðst í juni mánaða, og kemur hann sostatt at spæla alla seinnu hálvu við okkum.

Vit ynskja Gilla hjartaliga vælkomnan til Fuglafjarðar og ÍF.