Print Friendly, PDF & Email

Hóast vit taptu báðar dystirnar, kann ikki sigast annað enn, at vit eftir dystirnar kunnu hyggja beint inn í eyguni á øllum. Serliga dysturin í Havn var ein uppliving av teim heilt góðu. Linfield, ið er søguríkasta lið í Norðurírlandi, spældi betur enn okkara menn, og vunnu uppiborið dystin.  Hóast betur spæl, fingu vertirnir ikki hol á fyrr enn í einir 5 min, restaðu í í fyrra hálvleiki. Teir fingu fríspark í vinstru síðu nakað uttan fyri 16 meturin. Bólturin bleiv sparkaður innfyri, og har var liðskiparin Michael Gault fyrstur á bóltinum, og skallaði hann í bleytum buga upp um jákup til støðuna 1-0. Í 55. Min. økti Jamie Mulgrew til 2-0. Triðja málið kom 5 min. seinni, tá ið Philip Lowry við einari kanón bombaði bóltin í málið. Stórsta møguleikan fingu vit nakað fyri dystarlok, tá ið okkara besti leikari, Nenad, stríddist í høgri borði  við fleiri Linfield leikarar, men skotið fór tíverri beint fram við málinum.

Samanumtikið kann sigast, at luttøkan var okkum góð. Fleiri av okkara leikarum fingu fyrstu royndir móti liði uttanlands, meðan nevndin gjørdi sær fyrisitingarligar royndir.

Gestablídnið var sera gott. Umboðini fyri ÍF blivu borin á lógvum av Linfield, og eru vit teimum sera takksom fyri teirra gestablídni.

Nevndin í ÍF vil takka Duritu Toftegaard , Jóan Paula Olsen og Tormóð Stórá, lækni, fyri teirra stóra arbeiði, sum fáur ger sær far um.

[nggallery id=14]