Tað vóru tveir setningar, sum runnu fram fyri meg eftir dystin við Margáir í dag: “Lítið veiggj í ” og “tað skulu aðrir bollar í súpanina.”
EB/Streymur hevur eitt fullkomuliga nýtt lið í bestu deildini, og mong vóru tey, ið hildu, at liðið fór neyvan at fóta sær í hesum kappingarári, tí tað tekur sína tíð, at byggja eitt nýtt lið upp.
Men vit fingu annað at síggja í dag. EB/Streymur vóru frá fyrsta bríksli nógv ágrýtnari enn ÍF – leikararnir og sótu á dystinum allan fyrra hálvleik. Vóru teir eitt sindur hepnari, so kundu teir saktans havt fingið eini tvey ella trý mál.
Fuglfirðingar vístu lítið og einki av skilagóðum spæli, og tað sum kallast ágrýtni og dirvi,var ikki at hóma – við øðrum orðum “lítið veiggj í ” liðnum.
EB/Streymur fekk bygt fleiri góð álop móti fuglfirðingum, og mangan vóru teir nær við at fáa mál.
Ikki fyrrrenn teir seinastu 10 minuttirnar í fyrra hálvleiki eydnaðist tað ÍF at gera nøkur skilagóð álop, ið kundu havt givið okkurt málið, men tað eydnaðist ikki.
Í seinna hálvleiki menti ÍF – liðið seg, og tá tóktist ikki at vera tann stóri munurin á liðunum.
Men so fekk EB/Streymur fríspark í høgru síðu, ið varð sent væl inn fyri, ið leikari hjá EB/Streym kundi skalla í málið til støðuna 1 – 0, ið var fult uppiborið.
Fuglfirðingar tóku sær tá um reiggj, og høvdu fleiri vandafull álop, sum gav eitt sjálv mál, so støðan gjørdist 1 – 1.
Fuglfirðingar hildu fram at trýsta, og nakað væl út í seinna hálvleik eydnaðist tað Andy at seta bóltin í málið til støðuna 2 -1 til ÍF.
Men unga ágrýtna EB/Streymur liðið helt á at trýsta, góvust ikki á hendur, men góvu alt teir áttu, sum endaði við einum málið aftrat, so varð javnleikur 2 – 2. Bæði liðini stríddust at fáa tað vinnandi málið, men tað eydnaðist ikki, og dysturin endaði við úrslitinum 2 – 2.
ÌF liðið hevur ein breiðan hóp, er javnan at hoyra, men vit áskoðarara hava eitt sindur ilt við at skilja, hví ikki fleiri leikarar úr tí breiða hópinum, ikki verða brúktir.
Vit hava víst á, at miðvøllurin er alt ov veikur, og tað var hann eisni í dag.
Karl Løkin er í breiða hópinum, leikari, ið skuldi styrkja miðvøllin, hevur ikki enn fingið spælitíð. Mong eru tey, ið standa spyrjandi.
Vit vístu eisini á seinast, at ungi leikari Arnold leikti sera væl, men hann slapp tíverri ikki at royna seg í dag.
Áttu vit ikki at lært av EB/Streymi, har 10 leikarar eru nýggir, ið allir stríddust sum fyri lívinum.
Og eiga vit ikki eisini at hugsa meira enn eitt ár fram, og seta ungar leikarar við, ið verða teir, ið fara at bera liðnum uppi ?
Ella skulu vit bara hyggja eftir, meðan teir leita aðrastaðni at spæla fótbólt, tí hvør tímir at sita í fleiri ár úti á “útskiftisbeinkinum.?”
Eftir dystin í dag er niðurstøðan henda : Tað skulu aðrir bollar í súpanina.