At leikarar vísa felagnum áhuga er altíð gleðiligt. Tí er tað eisin við stórari gleði, at vit kunnu almannakunngera, at Ari Ó. Ellingsgaard eisini verður at síggja í reyða ÍF búnanum komandi ár. Fótbóltsligu evnini hjá 22 ára gamla Kambdsdalsbúgvanum er helst eingin ivi um longur.

Ari, sum hevur spælt 122 dystir og skotið 12 mál í fremstu deilini, hevur ment seg til at vera ein profilur á liðnum, og væntandi verður hann eisini tað komandi ár. Fræmrættaði miðvallarin er saman við Adeshina Lawal tann leikarin, ið hevur lagt upp til flest mál hjá okkum í ár.

Vit ynskja Ara hjartaliga tillukku við sáttmálanum, og gleða okkum til enn eitt ár saman við honum.

 

Koyr á, ÍF

 

Jens Kristian Vang eigur myndina.