M2 málmansvenjaraskeið verður á Sandoynni 25-28. februar 2016. Skeiðið byrjar hósdag uml kl 14 og endar sunnudag kl 16, og verður skipað sum internatskeið á Hotel Skálavík.

Praktikkin verður fyri tað mesta á vøllinum Inni í Dal. Og undirvísarar vera Jens Martin Knudsen og Jákup Mikkelsen. Skeiðið er treytað av nóg góðari undirtøku

 

M2 er hægsta málmansvenjaraútbúgvingin hjá FSF og er tilsamans 40 tímar.

 

Endamál/innihald: M2 er framhald av M1/B2 skeiðinum. Skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt, og dentur verður lagdur á málmansvenjing við ungum og vaksnum.

Málið við M2 skeiðinum er m.a., at luttakararnir skulu:

  • læra at meta um førleikarnar hjá málmanni við støði í dysti og venjing
  • læra at leggja til rættis og hava eina dygdargóða málmansvenjing
  • fáa vitan um fysisku og taktisku krøvini til málmannin
  • nema sær førleikar til at venja og menna einstaka málmannin
  • nema sær førleikar at leiða og skipa fyri málmansvenjing

 

Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum.

 

Upptøkutreytir: Luttakari skal hava tikið M1 og/ella B2 skeiðið og vera 18 ár ella eldri. Um serstakar umstøður tala fyri tí, kann frávik verða givið.

 

Um so er, at tú ynskir at taka M2-skeiðið, set teg so í samband við Hildigarð Eliasen á telefon 228 771 ella á telduposti [email protected],fo