Print Friendly, PDF & Email

Í kvøld hava vit fingið enn ein styrk til fremsta mansliðið. Talan er um ein 21 ára gamla miðvallaran úr Gøtu, Magnus Jarnskor.

Magnus hevur umboðað barndómsfelagið úr Gøtu/Leirvík alla sína yrkisleið, har hann er skrásettur fyri 46 dystir í fremstu deildini og 113 dystir í næstfremstu. Hann hevur skotið ávikavist 5 og 39 mál í hesum deildum.

Magnus er viðvallari, og spælir fyri tað mesta á onkrum av teimum framrættaðu plássunum.

Leigusáttmálin við Magnus er galdandi fyri seinnu hálvu í ár.

Hjartaliga vælkomin og góða eydnu.

Koyr á, ÍF!