Í kvøld er avtala gjørd við málmannin hjá okkum, Hallgrím G. Hansen, sum inniber, at Hallgrím eisini verður at finna millum stengurnar í Fløtugerði í 2014. 18 ára gamli gøtumaðurin hevur longu spælt 11 dystir í bestu deildini, umframt at hann hevur verið partur av U21 landsliðnum tær síðstu ferðirnar, tað hevur verið úttikið. Hallgrím fer í næstum til Grønlands við Futsal-landsliðnum. Hallgrím kom til okkum í 2011 og hevur verið ein tryggur eykamálmaður hjá Jákup og ein tryggur síðsti skansi á 2. deildar liðnum hjá okkum. Vit ógvuliga fegin um, at hann hevur valt at longt sáttmálan.

Vit ynskja Hallgrím til lukku við sáttmálanum, og gleða okkum til 2014.

Koyr á, ÍF!