Print Friendly, PDF & Email

Jákup MikkelsenTað er við stórari gleði, at vit kunnu almannakunngera, at royndasti maðurin í føroyskum fótbólti heldur fram hjá okkum. Talan er sjálvsagt um Jákup Mikkelsen, sum við sínum 342 dystum í fremstu deildini, umframt 73 A-landsdystum fyri Føroyar, hevur gjørt sáttmála, sum inniber, at hann verður at síggja í ÍF búnanum í ár. Jákup hevur spælt 112 í fremstu deildini, steypakappingini og Euro League dystir fyri okkum síðan hann kom her í 2010.

Hetta merkir, at Jákup fer  undir sítt fimta ár í Fuglafirði og hava undanfarnu 4 árini kastað fýra silvurmedaljur av sær, umframt at hann varð valdur til ársins leikara í felagnum í 2010 og 2011, umframt at hann var varaliðskipari undanfarna ár.

Vit ynskja Jákupi hjartaliga tilukku við sáttmálanum, og gleða okkum til kappingarárið 2014 saman við honum og restini av liðnum.

 

Koyr á, ÍF!