Print Friendly, PDF & Email

Aðalfundur er í kvøld, men fráfarandi nevndin hevur tó ikki slept enn. Í kvøld bleiv avtalað undirskrivað við ein nýggjan málverja.

Henrik Lindhard, sum í morgin fyllir 22 ár, er dani og hevur skrivað undir ein sáttmála, ið er galdandi fyri 2017. Hann hevur royndir úr Skive úr donsku fyrstu deild, sum er næstfremsta deildin í Danmark. Henrik hevur verið við nakrar av venjingardystunum, sum liður í hansara royndarvenjing, og hava avrikini har sannført venjarar og nevnd um, at hann skuldi fáa ein sáttmála við okkum.

Vit skulu nýta høvið at ynskja Henrik hjartaliga vælkomnan til Fuglafjarðar og ÍF.

Koyr á, ÍF!