Print Friendly, PDF & Email

Í gjárskvøldið fekst avtala í lag við miðvallara, um at leika við ÍF restina av kappingarárinum.

 

Talan er um 25-ára gamla gøtumannin, Inga Sørensen, sum kemur til felagið frá ÍF Føroyum, eftir at hava verið niðri í Danmark í lestrarørindum.

 

Áðrenn Ingi fór niður til Danmarkar at lesa, var hann liðskipari á 1. deildarliðnum hjá Víkingi. Fyri 1. deildarliðið hjá Víkingi hevur hann leikt 133 dystir og skorað 29 mál. Hann hevur eisini 27 Effodystir á CV’inum, har eigur hann tó fyrsta málið til góðar.

 

Vit eru fegin um at hava fingið avtaluna í lag, og ynskja Inga og effoliðnum bestu eydnu framyvir.

 

Koyr á ÍF!

 

Myndin og hagtølini eru frá www.faroesoccer.com