Print Friendly, PDF & Email

Síðan tíðindi bórust um, at liðskiparin, og ársins leikari 2013, Høgni Zachariassen, ikki verður við í hópinum fyribils, hevur verið leitað eftir einum miðverja. Tey, ið hava lisið dystarfrásagnirnar, ella sæð venjingardystirnar, hava lagt til merkis, at ein John Daniel hevur verið við í fleiri av teimum. John Daniel Guðjónsson er eitt óskrivað blað í bestu deildini, og tí kom hann til eina royndarvenjing, sum nú hevur vart í nærum ein mánaða. 18 ára gamli klaksvíkingurin hevur staðið seg somikið væl, at vit vildu ógvuliga fegin knýta hann at hópinum. Í hesum sambandi, og tá talan er um ungar leikarar, er ikki bara bara at skifta felag, men KÍ vísti gott samstarv, og vildi ikki stilla seg fyri leikaran og forða honum í at skifta til okkum. Vit eru glað fyri, at vit kundu fáa eina avtalu við KÍ um leikaran.
Dygdirnar hjá John Daniel eru skjótleiki, nærdystir og fysiska styrkin. Hann hevur spælt 30 dystir í 1. deild fyri KÍ, umframt at hann hevur verið partur av U17 og U19 landsliðunum hjá Føroyum. Til stuttleikar kann nevnast, at hann var við U18 liðnum hjá KÍ, sum vann steypakappingina í 2013, har hann og Poul Mikkelsen spældu saman.
Vit ynskja John Daniel hjartaliga vælkomnan til Fuglafjarðar og ÍF, og gleða okkum, til at síggja hann í reyða búnanum.

KOYR Á, ÍF