Í dag kom avtala við unga miðverjan, Poul Nolsøe Mikkelsen í lag. Poul, sum kom til okkum, fyri at spæla saman við pápanum, undan hesum kappingarárinum, hevur gjørt av, at longt avtaluna við ÍF.

Poul hevur fyri tað mesta spælt í miðverjuni, men hevur eisini havt onkrar dystir á miðvøllinum. Umframt teir 23 dystirnar hann hevur spælt í reyða búnanum, har ein av teimum var við 2. deildar liðnum, hevur hann verið fastur fúsur á U19 landsliðnum í ár, har hann hevur spældi 3 dystir í EM undankappingini.

Vit gleða okkum til at síggja róliga og evnaríka miðverjna í ÍF blusuni í 2014 eisini, og ynskja honum hjartaliga tilukku við sáttmálanum.

 

KOM SO, ÍF!