Print Friendly, PDF & Email

 

andréEftir at Lawal varð avdúkaður, komu tveir aðrir leikarir afturat í hópin. Vit hava styrkt um miðvøllin og eitt framrættað pláss. Miðvallarin, sum kemur til okkum, er ikki eitt ókent andlit í føroyskum fótbólti, tí hann hevur sum 24 ára gamal longu spælt 131 dystir í fremstu deildini. Talan er um toftamanninAndré Olsen, sum umframt barndómsfelagið B68 eisini hevur umboðað Víking. Afturat hesum 131 dystunum hevur André umboðað U17, U19 og U21 landsliðið tilsamans 9 ferð. André kann spæla á fleiri plássum, men er mest kendur sum miðvallari, har serliga yvirblikk og sjálvt bóltspælið eru hansara styrkir.

Triði leikarin, sum vit hava styrkt um hópin við, er ein gamal kenningur. Frá 2008 til 2011 var Andy Ó. Olsen ein profilur hjá okkum, hóast at næstan alt 2011 reyk við einum álvarsomum skaða. Í hesum tíðarskeiði spældi hann 80 og skeyt 21 mál fyri besta liðið. Umvegis eitt ár í KÍ og tvey í NSÍ, hevur Andy avgjørt, at hann kemur aftur til okkum. 29 ára gamli søldfirðingurin hevur skotið 59  mál í 270 dystum í fremstu deildini, umframt at hann hevur næst síðsta fót á eini ørgrynnu av málum eisini. Andy røkir bæði høgra og vinstra vong, umframt at hann eisini roynist í álopinum. Vinstra beinið hjá honum er í millum tey beinraknastu, og elvir hann ofta til høvuðbrýggj millum verjuleikarar kring landið við sínum teknisku førleikum við bólti.

Vit ynskja André vælkomnan til ÍF og Andy vælafturkomnum!

KOYR Á, ÍF!!