Nenad Saric hevur skrivað undir nýggjan 2 ára sáttmála. Serbin, sum fyri tað mesta hevur spælt á frammrættaða miðvøllinum, hevur verið ein av berandi kreftunum á liðnum síðan hann kom til felagið. Nenad, ið telist í millum mest royndu leikarunum á núverandi liðnum, kom til Føroya og ÍF í 2006, og hevur síðan tá spælt 201 dystir fyri okkum og skotið 44 mál. Eitt av hesum málum var minniliga málið, ið hann skeyt ímóti KR Reykjavík á útivølli, og var tað næsta altjóða mál, sum nakar hevur skorað fyri felagið.

Tað er tí gleðiligt, at vit kunnu boða frá, at Nenad hevur longt sáttmálan við okkum. Vit ynskja honum hjartaliga tilukku við sáttmálanum, og gleða okkum til komandi 2 árini saman við honum.