Grannaupgerðin millum Víking og ÍF í Fløtugerði í kvøld var ótrúliga spennandi, og áskoðararnir fingu nógv fyri tær 80 krónurnar, ið teir høvdu goldið fyri atgongumerkið.
Dysturin, ið byrjaði kl. 18.30, varð liðugur kl. 21.30 – heilar tríggjar tímar.
Fuglfirðingar vistu, at Víkingur er eitt sterkt og gott lið, ið hevur tann rætta hugburðin og er ikki lætt at basa.
Allan fyrra hálvleik var Víkingur nógv tað betra liðið, og tað var fult uppiborið, at teir førdu við tveimum málum.
ÍF liðið kann vera gott, men tað er ógvuliga misjavnt, hvussu spælið hongur saman.
ÍF stuðlarnir vórðu vónbrotnir av tí spælið, ið liðið sýndi fyrra hálvleik. Víkingur sat á tí heila, og fuglfirðingar fingu ikki eitt bein til jørðina í fyrra hálvleiki, og Víkingur trumlaði okkum niður.
Í seinna hálvleiki kom vend í. Tá sóu vit aftur rætta og vakra spælið hjá okkara liðið, ið setti hvøkk í Víkingarnar.
Álopini skolaðu móti Víkingamálinum, og mangan var nær við at fáa tað fyrsta málið.
So eydnaðist tað Clayton at leggja bóltin til Bartal, ið setti bóltin trygt í netið til støðuna 2 – 1 til Víking.
Fuglfirðingar hildu fram at trýsta víkingarnar, og so einaferð eydnaðist tað Nenad at gera eitt meistarligt saksaspark, ið sat trygt í víkingamálinum, og so varð støðan 2 – 2.
Hetta var eitt sjáldsama vakurt mál, ja so vakurt, at vit tora at siga, at hetta verður ársins mál, tí vakrari og betri kann tað ikki gerast – einn sonn perla.
Ari fekk seinasta málið fyri ÍF, eitt gott einamans avrik tilstøðuna 3 -2- til ÍF.
So fekk ein Víkingaleikari næsta gula kortið, ið bar í sær, at teir spældu við 10 monnum tann seinast hálva tíman.
Men tað sum eyðkennir Víking, er, at teir gevast ikki, so sum tað sømir seg rættum víkingum. Tá ið bert tveir minuttir vóru eftir, eydnaðist tað Víkingi at fáa javna til 3 -3.
So varð neyðugt við brotssparkskapping og hesaferð var víkingaliðið tað hepnara og struku avstað við sigrinum.
Venjararnir hjá ÍF og leikararnir hava nógv at hugsað og tosað um eftir henda dystin.
Hvussu ber tað til, at í nógvum dystum hevur ÍF liðið lítið og einki víst í fyrra hálvleiki, meðan liðið í seinna hálvleiki hevur spælt fram úr góðan fótbólt ?
Seinni hálvleikur vísti okkum, at okkara lið kann spæla góðan fótbólt.
Megnar liðið at spæla eins væl fyrra hálvleik, so kann liðið lættliga vera millum tey bestu liðini í Føroyum.

Signar