Print Friendly, PDF & Email

Mánakvøldið 20 feb. hevði ÍF aðalfund í ítróttarhúsinum

Fundurin byrjaði við at, Signar á brúnni var skotin upp at verða fundarstjórði. Tað bleiv einmalt samtykt. Eftir tað var Bogi Thomsen skotin upp at verða skrivari, tað bleiv eisini einmaltsamtykt. Síðan legði formaðurin fram formansfrágreiðing fyri undanfarna ár. Eftir tað legði næstformaðurin hjá ungdómsnevndini formansfrágeiðing frá undanfarna ár.
Eftir tað var rokniskapurin lagdur fram.
Síðan var fari til val at nevndarlimum. Leif André Eliaen, Durita Toftegaard, Edva Jacobsen Katrin á Lakjuni og Birgar Larsen stóðu fyri afturvalið. Katrin hevði boða frá árin at hon ikki stillaði ikki uppaftur. Somuleiðis stillaði Birgar ikki uppaftur. Jón N. Olsen og Jóan Pauli Olsen vóru í uppskotið at stilla upp – báðir tóku av – somuleiðis bjóðaði Katrin Madsen seg fram. Tað endaði við at øll blívi vald.
Í ungdómsnevndini gingu Høgni Kjeld og Sigrid Petersen út. Sigrid stillaði ikki uppaftur. Torstein Joensen bjóðaði seg fram og bleiv valdur. Hjalti Ljundsbjerg hevði bjóða seg fram, men fekk ikki verði til fundin, bleiv eisini valdur. Høgni Kjeld bjóðaði seg fram at verða tiltakslimur, og bleiv valdur

Eftir tað skipaðu nevndinar seg soleiðis:

Høvuðsnevndin
Forkvinna: Durita Toftegaard
Næstformaður: Leif André Eliasen
Peningarøkil: Tormóð Traðará
Skrivari: Katrin Madsen
Nevndarlimur: Jóan Pauli Olsen
Nevndarlimur: Jón Nolsøe Olsen
Tiltakslimur: Edva Jacobsen

Ungdómsnevndin

Formaður:Mouritz Mohr

Næstforkvinna/peningarøkil: Hildigarð Eliasen

Nevndarlimur: Torstein Joensen

Nevndarlimur: Hjalti Lundsbjerg

Tiltakslimur: Høgni Kjeld