Print Friendly, PDF & Email

Aðalfundurin byrjaði við valið av fundarstjóra og fundarskrivara. Kristian Petersen bleiv fundarstjóri, ímeðan Ólavur Larsen tók sær av at fáa alt á pappír.
Eftir at formansfrágreiðingina og roknskapurin varð lagdur fram, hevði nevndin tvey uppskot um lógarbroytingar frammi. Annað var at hækka lima- og luttøkugjaldið og tað seinna var at flyta aðalfundin, soleiðis at hann lá í november og harvið eisini broyting av roknskaparárinum. Tað fyrra uppskotið var samtykt, so at lima- og luttøkugjaldið bleiv hækkað við tilsamans 100 kr. fyri hvønn, og er tað sostatt á 500 (200+300) kr. fyri børn og 850 (300+550) kr. fyri vaksin.
Grundgevingin frá sitandi nevnd til at flyta aðalfundin var, at tað eru nógvar umsitingarligar uppgávur í felagnum frá kappingarenda til kappingarbyrjan. Her kunnu nevnast sáttmálasamráðingar, stuðulsumsóknir, fíggjarætlanir, luttøkuloyvini til FSF og UEFA o.s.fr. Alt hetta skal helst verða liðugt áðrenn 1. februar, og er hetta tíðin, har mest umsitingarligt arbeið er í einum fótbóltsfelag. Tá so alt hetta er gjørt, kemur ein nýggj nevnd til, og hevur ikki verið við í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið. Hetta førir so við sær, at fráfarandi nevnd í roynd og veru má verða við í eina rúma tíð, eftir at hon er farin frá, fyri seta nýggju nevndina inn í øll viðurskiftir. Hinvegin metti fráfarandi nevnd, at um aðalfundurin var í november, so kundi nýggja nevndin verða við í fyrireikingunum til komandi ár – bæði ítróttarligum, umsitingarligum og fíggjarligum. Skiftið millum tvær nevndir hevði harumframt gingið skjótari, av tí at sjálvur fótbólturin liggur stillur í november og desember. Við í uppskotinum var ein broyting av fíggjarárinum, so at tað kom at vera frá 01/11-20xx-31/10-20xx. Komandi nevnd hevði so sitið ávikavist hálvtannað og hálvttriðja ár fyrstu ferð, ímeðan vanliga skipanin við einum og tveimum árum hevði verið nýtt framyvir. Hetta uppskotið fall tó, tí aðalfundurin metti, at nýggja nevndin skuldi taka støðu til hetta mál, og, um neyðugt, lýsa tað betri.
Eftir hetta skipaði nevndin seg og ungdómsnevndin bleiv vald. Bogi Nielsen og Arnold Hermundarson stillaðu ikki uppaftur, so har máttu avloysarar finnast. Valið fall á Høgna Kjeld og Mouritz Mohr. Núverandi ungdómsnevn er sostatt mannað av Hildigarð Eliasen, Mary Klein, Sæbjørn Leiti, Høgna Kjeld og Mouritz Mohr, og skipar hon seg í vikuni.

Fylgið við á if.fo, sum er fyrst við tíðindum um ÍF.