Hagtølini siga okkum, at NSÍ liðið hevur ikki vunnið í Fuglafirði tey seinasti fimm árini í bestu deildini.
Nógv vóru tey, ið væntaðu ein javnan og góðan dyst í Fløtugerði í kvøld, men so varð ikki, NSÍ smurdi okkara lið av við trimum málum móti ongum.
Lagið á viðhaldsfólki ÍF´s var heilt í botni, tí tey høvdu væntað so nógv meira av okkara liði.
Fyrsta hálvan tíman leikti okkara lið sera væl, og spældi seg fram til einar fimm upplagdar málmøguleikar, sum antin vóru skotnir uppum ella við síðuna av og í øðrum lagi bjargað av góðum málmansavriki.
Ein av okkara leikarum, sum hevur lisið niðri, var aftur at síggja á liðnum, nevnliga Jan Ellingsgaard. Hann leikti sera væl í dag.Tað eydnaðist honum ferð eftir ferð, at fara einsamallur út í vinstru síðu fyri síðani at skjóta bóltin inn fyri málið.
Ta einu ferðina smekkaði hann til – eitt kanónskot – sum Gango í NSÍ málinum tó megnaði at bjarga. Eitt megnarskot og ein líka so góð málmansbjarging.
Mangan er tað soleiðis, at um eitt lið ikki fær mál, meðan tað er í einum góðum stima, so kann tað brádliga broytast til tað mótsatta.
ÍF átti at havt ført við tveimum málum longu í fyrra hálvleiki, tí NSÍ kom ikki til nakrar serligar kjansir tá.
Seinastu 15 minuttirnar í fyrra hálvleiki leikaði rættiliga javnt á, men tá ið bríkslað varð fyri hálvleiki, var støðan 0 – 0.
Tað hevur verið funnist at ÍF – liðnum, at tað bert spælir væl tann eina hálvleikin, og aloftast hevur tað verið seinna hálvleik.
Sum sagt, okkara lið leikti væl fyrra hálvleik, men so skjótt annar hálvleikur varð byrjaður, sást týðuliga, at okkara lið megnaði ikki tað sama sum mótstøðuliðið. Og sum dysturin leið, versnaði støðan. Tað tóktist sum okkara leikarar orkaðu ikki eins væl og NSÍ leikararnir, ið sótu á dystinum allan seinna hálvleik, og spældu seg til hópin av kjansum.
So einaferð eydnaðist tað NSÍ at fáa fyrsta máli, og tá steðgaði ÌF liðið fullkomuliga upp, vakra samanspælið, ið hevði verið í fyrra hálvleiki, var ikki at síggja longur.
So eydnaðist tað NSÍ at fáa næsta málið og nakað seinni triðja , ið var fult uppiborið.
Hvat bagdi okkara leikarum í seinna hálvleiki ?
Fuglfirðingar hava góðar leikarar í álopinum, men samanspælið/tankaspælið er ikki nóg gott.
Í seinna hálvleiki var okkara álop ongantíð nøkur hóttan móti NSÍ málinum.
ÍF liðið upplivdi aftur eitt eyðmýkjandi tap í Fløtugerði, staðið har vit hava staðið sterkir, er tíverri viknað nógv seinastu tíðina.
Mangir ÍF – stuðlar spyrja, hvussu kann tað bera til, at eitt lið við so nógvum dugnaligum leikarum ikki fær meira burturúr ?
Hesir somu ÍF stuðlar missa tó ikki móti, stuðla liðnum av fullum huga, og vænta
at síggja leikliga framgongd í komandi dystum.

Signar