Print Friendly, PDF & Email

Ikki mundu tað vera nógv, ið væntaðu, at NSÍ fór at vinna stórsigur á ÍF í dag í Runavík. NSÍ hevur spælt væl teir seinastu dystirnar, og tað hevur ÍF so sanniliga eisnini gjørt, enntá smurt oddaliðið KÍ av í Klaksvík fyri stuttum.
Men mongum brestir ætlan, so var í dag í Runavík.
NSÍ spældi so nógv betur enn ÍF. NSÍ-ararnir spældu vakran og skilagóðan fótbólt, og teir stríddust sum fyri lívinum allan dystin.
Longu tá ið 10 minuttir vóru spældir eydnaðist Klæminti at gera fyrsta málið fyri NSÍ.
Í 16. minutti gjørdi Magnus næsta málið fyri NSÍ.
Tá ið hálvur tími var liðin, fekk NSÍ brotsspark, ið Klæmint tók sær av, men málmaður ÍF´s bjargaði meistarliga.
Ari hjá ÍF, ið gjørdi brotssparkið, varð vístur av vølli, ið mangir áskoðarar vórðu sera misnøgdir við.
Í 35. minutti skeyt Árni F. eitt langskot, ið sat trygt í netinum, so nú gjørdist brekkan alt ov brøtt hjá ÍF, og spælið gjørdist alt ov tilvildarligt, nú teir bert vóru 10 spælarar.
Í seinna hálvleiki varð ferðin sett niður hjá NSÍ-liðnum – tað høvdu teir ráð til – og væntað varð nú, at ÍF-liðið fór at vísa seg meira frá síni góðu síðu, men tað bleiv ikki – lítið og einki eydnaðist móti NSÍ-liðnum, ið hevði ein framúr góðan dag.
Tað 4. málið, ið NSÍ fekk, var ein málmansvilla, tá ið hann boksaði bóltin úr málinum fyri føturnar á einum NSÍ-ara, ið lættliga setti hann í málið.
Fimmta málið fingu NSÍ-ararnir eisini, so støðan sá rættiliga vónleys út fyri fuglfirðingar, tó eydnaðist teimum at fáa eitt vakurt mál, ið Laval syrgdi fyri.
NSÍ fekk móti endanum sítt síðsta mál í dystinum, so endaliga støðan bleiv 6-1 – ein eyðmýkjandi støða fyri ÍF.
Mong eru tey, ið spyrja, hvussu kann tað bera til, at ÍF-liðið er so ójavnt. Viðhvørt hølvar ÍF-liðið tey sterkastu mótstøðuliðini í EFFO- deildini og so aðrar dystir, kenna vit ikki liðið aftur.
Næsti dystur verður móti Víkingi í Gøtu, har vit vanliga klára okkum væl.
Komandi dyst fer ÍF-liðið at vísa seg frá tí góðu síðuni, og stuðlar liðsins fara at standa tykkum við lið, sum tilsamans fer at geva eitt gott úrslit.

Signar