Print Friendly, PDF & Email

Eftir at hava verið í fremstu deildini í 10 ár rakk tað ikki til meir, tá vit fluttu niður í ár. Síðan kappingin endaði hevur verið friðarligt, hvat fyrireikingum til komandi ár viðvíkur. Nú eru tó tíðindi at frætta um komandi árini.

Jógvan Hendrik Samuelsen, ið vanliga verður róptur Hegga, kemur at standa á odda fyri fremsta mansliðnum komandi ár. Hegga er royndur venjari, sum fyri tað mesta hevur vant felagsliðini har vesturi. Síðan 2010 hevur hann røkt størv sum venjari, umframt at hann í 2008 og 2009 var hjálparvenjari har vesturi. Hegga er skrásettur fyri 136 dystir sum venjari í 1. deild, so tað  er ein maður, ið kennir næstfremstu deildina sera væl, ið vit hava fingið okkum. Sáttmálin við Hegga er galdandi fyri komandi 2 árini.

Sum felag hava vit altíð lagt dent á, at vit vilja hava okkara egnu leikarar í felagnum. Tí er tað sera gleðiligt, tá leikarar vísa okkum sama áhuga. Tríggir leikarar, sum eru uppvaksnir í Fuglafirði hava í dag eisini skrivað undir sáttmála. Talan er um profilar, ið hava góðar royndir úr fótbóltsliga landslagnum í Føroyum. Fritleif í Lambanum, Dánjal á Lakjuni og Bogi Reinert Petersen verða komandi ár at síggja í reyða og hvíta búnanum hjá barndómsfelagnum.

Fjórði leikarin at skriva undir í hesum hálinum er klaksvíkingurin Poul N. Mikkelsen, sum hevur verið ein drúgvur skansi síðan 2013. Skaðar høvdu tíverri við sær, at Poul ikki fekk so nógvar dystir í ár, men hann hevur víst seg at verið ein av okkara profilum, tá hann hevur verið klárur.

Sáttmálarnir við Boga, Dánjal og Poul eru galdandi fyri komandi tvey árini, ímeðan sáttmálin við Fritleif er galdandi fyri 2018. Vit skulu ynskja Hegga vælkomnan til Fuglafjarðar, og gleða okkum til víðari samstarv við Fritleif, Dánjal, Boga og Poul.

Koyr á, ÍF!