Seinastu dystirnar hevur ÍF – liðið verið sera óheppið.
Nógvir av okkara frægu leikararum eru skaddir, og nýtt fólk eru komin í teirra stað. Hesir nýggju leikararnir hava tó roynst væl – hava víst stríðsvilja, og hava fingið rímulig úrslit. Men nú tað styttist til kappingin er liðug, má vend koma í, tí okkara lið liggur alt ov niðarlaga á stigatalvuni.
Vit vistu, at dysturin í dag móti HB, fór at verða torførur , tí HB liðið spælir góðan og vakran fótbólt, og at liðið er á einum 2. plássi á stigatalvuni.
HB vísti beinanvegin gott fótbóltsspæl og hevði yvirvág í spæli ta fyrstu tíðina og koma til einstakar málmøguleikar, men sum Jákup Mikkelsen bjargaði.
So eineferð eydnaðist tað Andrew av Fløtum at seta bóltin hegnisliga í mál til støðuna 1 – 0.
ÍF – liðið hevði eisini einstakar málmøguleikar , m.a. hevði Bogi R. ein upplagdan møguleika at skora, men hann tók ikki av, og lat bóltin fara til annan leikara, ið gjørdist ov seinur.
Jan E. royndi seg við skoti ta einu ferðina, men bólturin fór beint uttanfyri málstongina.
Tíðliga í seinna hálvleiki eydnaðist tað Kristoffuri at sleppa framvið HB verjuna, tá ið Jóhan Trost helt honum. Hetta kostaði HB leikaranum reytt kort.
ÍF – liðið kom nú rættiliga fyri seg, spældi góðan og vakran fótbólt, ið mangan vórðu um at geva úrslit. Men tað er bara ov lítið, neyðugt er at fáa fleiri mál. Okkara menn stríddust væl, men megnaðu bara ikki at fáa mál.
Dánjal á L. leikti sum fremsti maður, ágrýtin sum altíð, eydnaðist tað honum ferð eftir ferð at vinna bóltarnar frá mótpartinum, men so haðani frá til at fáa mál eydnaðist bara ikki – tíverri.
HB hevði ikki tey nógvu álopini í seinna hálvleiki, men HB – liðið fekk meira burturúr.
Eftir ein góðan bólt innfyri úr vinstru síðu, kundu HB leikari lættliga høvdað í málið til støðuna 2 – 0.
Jógvan Isaksen varð noyddur at fara av vølli vegna skaða, og í hansara stað kom Frank Poulsen. Arnold varð eisini noyddur at fara av vøllinum, og fyri hann kom ungi leikarin Pól Magnus inn. Innskiftu leikararnir royndust væl.
Tá ið stutt tíð var eftir av dystinum, kom Bogi Løkin inn. Hann vísti, at hann er komin fyri seg aftur, eftir teir mongu skaðarnar hann hevur havt at drigist við og styrkti álopið munandi við sínum skilagóða spæli. Hann kom bara alt ov seint inn.
ÍF – liðið hevur alt ov leingi ligið í einum aldudali, nú er stundin komin, at tað kemur upp á alduryggin aftur, so at tað kann liggja í miðjuni á stigatalvuni, tá kappingin er liðug.
Vit herja á í komandi dystum og fara at vísa , at vit hava gott fólk á liðnum, ið megnar at lyfta liðið hægri upp fyri hvønn dyst, ið eftir er.

Signar