Í eina tíða hava vit tosað um at fáa okkum nýggja heimasíðu, men ikki fyrr enn www.faroehosting.com bjóðaði seg til at gera eina fyri okkum, kom ferð á ætlanina.  Hjálpina takka vit mangar ferðir fyri.

Møguleikarnir eru óteljandi, so síðan hevur enn ikki fingið endaliga skapið. Umframt at hava frásagnir frá dystum og aðrar tíðindastubbar, fara vit eisini at skriva hvørjir leikarar í Effodeildini byrja inni, hvørjir eru á beinkinum, hvørji skjóta mál og hvør fær kort. Hesar upplýsingar fær tú í teignum “Seinastu 2 dystirnir í Effodeildini”, um tú trýstir á t.d. leinkjuna TB vs ÍF