Print Friendly, PDF & Email

Magnus JormundssonMagnus Jørmundsson nýggjur formaður.

Hóskvøldið 7. mars hevði ÍF ársaðalfund. Á fundinum var nevndarval og formaðurin seinastu árini, Ólavur Larsen tók ikki við afturvali. Eftir fundin hevur nýggja nevndin skipað seg við Magnus Jørmundsson formaður, Hilmar Dahl Jacobsen næsformaður, Eyðun Laksafoss skrivari, Kjartan Madsen peningarøkil og Kristian Páll N. Olsen nevnarlimur.
Tað eyðnaðist ikki at velja eykalimir á fundinum og gav aðalfundurin nevndini heimild sjálv at finna tveir eykalimur innan 14 dagar. Somuleiðis varð Margar Toftegaaard einasti limur valdur i ungdómsnevndina. Og aftur her fekk nevndin 14 dagar at finna tveir nevndarlimir.

Góðan arbeiðshug til nýggju nevndina.