Á eykaaðalfundi á John’s í gjárkvøldið var nýggj nevnd vald. Ella á Dalbø, Sigrid Petersen, Hans Jacob Poulsen og Karl Leiti gingu øll út, og eingin teirra tók við afturvali, hóast Sigrid heldur fram í ungdómsnevndini.
Aðalfundurin hevði valt Tórmóð Traðará í nevndina, og Birgar Larsen tók við sum eykalimur. Neyðugt var so við eykaaðalfundi at finna tveir teir síðstu limirnar. Talan er um 2 kvinnur, ið komu uppí, og má sigast at tær eru royndar í nevndararbeiðnum hjá okkum, tí báðar hava fyrr verið við. Eykaaðalfundurin valdi Edvu Jacobsen og Duritu Toftegaard uppí nevndina.
Eftir at aðalfundurin var lokin, skipaði nevndin seg soleiðis: Leif Andre Eliasen heldur fram sum formaður. Durita Toftegaard gerst næstforkvinna, Tórmóður Traðará peningarøkil, Katrin á Lakjuni skrivari, ímeðan Edva Jacobsen gerst nevndarlimur. Sum nevnt fyrr, so verður Birgar Larsen eykalimur.

Vit skulu nýta høvi at ynskja nýggju nevndini góðan arbeiðshug, og takka tí undanfarnu fyri sítt arbeið, ið ÍF hevur notið gott av seinasta árið.