Á samkomu í hølunum hjá Norðoya Sparikassa í dag, í samband við at deildin hevur verið opin í Fuglafirði í 3 ár, var ein stuðulsavtal gjørd millum okkum og Norðoya Sparikassa. Hóast teir hava verið partur av stuðulstoyminum hjá okkum í nøkur ár, er henda nýggja avtalan størri og inniber, at teir gerast sjónligari á okkara miðlum, sum eru heimasíðan, leikskráin, vallarlýsing, spæli- og frítíðarklæðir hjá Effoliðnum. Leif Andre Eliasen, formaður, og Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa, skrivaðu undir avtaluna í dag.

Í samband við avtaluna bleiv eisini nýggja frítíðarsettið hjá felagnum avdúkað. Á myndini síggjast Jan og Karl, og er hetta ikki av tilvild. Teir báðir eru nevniliga valdir til ávikavist liðskipara og varaliðskipara av okkar venjarum, Jógvan Martin Olsen og Jákup Mikkelsen. Vit fingu eitt prát við Jan, og hevði nýggi liðskiparin hjá okkum hesi orð at siga:

“Uppstarturin hjá okkum hevur verið sera góður, og við hørðum og intensum venjingum síðani fyrst í januar, er grundleggjandi venjingin hjá leikarunum komin uppá pláss. Hugburðurin og huglagið í hópinum hevur verið sera gott, og er hetta nakað sum kann bera liðið langt í ár. Eg síggi fram til eitt sera spennandi kappingarár, har nevnd, stuðlar og fjepparar kunnu vera heilt vísir í, at arbeiðsinnsatsurin og nærlagni hjá leikarunum og venjarunum ikki fer at liggja eftir.”

Vit gjørdu eisini eina samrøðu við Jógvan Martin Olsen um hansara vónir, og sigur hann, at hann heldur, at eitt sindur av kunning um hópin kann koma frá sær. Um fyrireikingarnar  sigur hann soleiðis:

“Nú vit fara ígongd við eitt nýtt kappingarár er tað væl uppá pláss at kunna áskoðaran eitt sindur um, hvussu støðan er í ÍF-hópinum.

Hópurin er nakað broyttur í ár í mun til seinasta ár. Vit hava havt frágongd av fleiri spælarum og nakrir nýggir eru komnir inn ístaðin.  Meti meg hava gott fólk at arbeiða við, so spennandi verður at síggja hvat vit fáa burtur úr í ár.

Vit byrjaðu at venja  02.januar og hava vant 5 ferðir um vikuna. Nú venja vit fýra ferðir, umframt 1-2 venjingardystir um vikuna. Vit hava verið noyddir at tillaga okkum eitt sindur, av tí at kavi hevur darvað okkum.

Higartil hava vit spælt nakrar venjingar dystir og úrslitini hava verið misjøvn. Vit hava sýnt gott fótbóltsspæl til tíðir og aðrar tíðir hava vit sæð stórar manglar. Men vit arbeiða miðsamt við tingunum. Sjálvur meti eg, at venjingarstøðan er góð um vit hugsa um árstíðina.”

Spurdur um, hvat hann væntar av koppingarárinum, nú góðar tvær vikur eru til fyrsta dyst, sigur hann:

“Felagið skal miðja eftir at sleppa aftur at spæla altjóða fótbólt, so tað verður ein avbjóðandi og spennandi uppgáva sum vit eru farnir ígongd við. Okkara uppgáva er at menna felagið uppá ymiskar mátar, bæði á vøllinum og á leiðslusíðuni.

At enda í topp 4 í Effodeildini og at vinna kappingina um Løgmanssteypið er okkara málsetningur fyri kappingarárið 2016.

Sjálvandi vilja B36, Víkingur, NSÍ og HB verða stórfavorittar, saman við KÍ   við øllum teimum spælarum teir hava keypt inn seinastur árini.

Men tey skulu gera sær greitt at teir fáa onki ókeypis frá okkum. Tað bíðar okkum ein stór uppgáva fyri framman, men vit eru tilreiðar og spentir eftir at taka kappingina upp við hini feløgini

Vónandi fáa vit góða stuðul frá áskoðarum til kappingarárið 2016.

 

Nýggja felagsdraktin verður at  fáa til keyps hjá Thomas Dam Intersport. Leygardagin 27. februar verður eitt tiltak í Mentanarhúsinum, har møguleiki verður at passa og bíleggja klæðir. Tíðir, prísir osv. verður almannakunngjørt seinni.NS-ÍF undirskriva NS-ÍF 003 NS-ÍF 001 NS-ÍF undirskriva002