So hava KÍ – liðið og ÍF – liðið spælt steypadyst í Fløtugerði, og úrslitið bleiv 2 – 0 til Kí.
Í fyrra hálvleiki spældi KÍ liðið betur enn ÍF – liðið. KÍ hevði bóltin meira og spældi seg til fleiri málmøguleikar, men antin vóru teir ov óneyvir ella bjargaði ÌF – málmaðurin, ið royndist væl í málinum.
KÍ fekk fleiri hornaspørk, sum so einaferð góvu úrslit.
KÍ -ari stóð fullkomuliga fríur í 16 metrinum, fekk sett høvdið undir bóltin, sum endaði í netinum til støðuna 1- 0 til Kí.
Góða løtu seinni varð bríkslað fyri brotssparkið til KÍ, tí NDende
nam bóltin. Skotið sat trygt í netinum.
KÍ hevði uppiborið sigurin 2 – 0 í hálvleikinum, teir stríddust sum fyri lívinum, og tað lýsti av teimum, at teir hava sett sær høg mál í hesum kappingarárinum.
ÌF – ararnir spældu ikki nóg skilagott í fyrra hálvleiki.
Ferð eftir ferð sendu teir bóltin langt fram í álopið, ið framherjarnir ikki megnaðu at fáa fatur á, tí sterku verjuleikarar KÍ ´s vóru teir sterkaru at vinna luftbóltarnar.

ÍF – ararnir ikki at kenna aftur
Seinni hálvleikurin var nakað heilt annað.
ÍF – liðið spældi betur enn í fyrra hálvleki og høvdu meira spæl enn K Í – liðið og spældu seg til fleiri málmøguleikar, sum tíverri ikki góvu úrslit.

Liðið skal byggjast upp
Verjuspælið hjá ÍF var gott og nýggi leikarin NDende royndist sera væl við sínum skilagóða spæli.
Fridtleif spældi somuleiðis væl og skilagott.
Við sínum góðu bóltførleikum royndist Alex Santos væl og skjóti høgri bakkur Dánial Pauli Højgaard fekk væl burturúr.
Miðvallarspælið riggaði ikki nóg væl og ov lítil broddur var í álopinum.
ÍF – liðið er nýtt, og tað tekur sína tíð at byggja tað upp.

Dugnaligar leikarar
Seinni hálvleikur í Fløtugerði í dag segði okkum, at vit hava góðar og dugnaligar leikarar, ið sum frálíður, megna at skapa eitt sterkt lið, ið fer at roynast væl í bestu fótbóltsdeildini.
Spennandi dystur verður aftur í Fløtugerði annan páskadag, tá ið 07 Vestur kemur á vitjan.