Print Friendly, PDF & Email

Í kvøld var aðalfundur á John’s Café. Longu áðrenn fundin var greitt, at Njal Reinert-Petersen ikki helt fram sum formaður. Eyðun Laksáfoss stillaði ikki uppaftur, meðan Magnus Jørmundsson hevði boðað frá, at hann trekti seg úr nevndini, av tí hann er búsitandi uttanlands.
Sostatt skuldu 3 nýggj fólk finnast, og tey nývaldu eru Katrin á Lakjuni, Karl Leiti og Hans Jacob Poulsen. Stutt eftir fundin skipaði nevndin seg soleiðis:
Formaður: Leif André Eliasen
Næstforkvinna: Ella á Dabø
Peningarøkil: Hans Jacob Poulsen
Skrivari: Sigrid Petersen
Nevnarlimur: Katrin á Lakjuni
Tilakslimur: Karl Leiti

Vit ynskja nýggju nevndini blíðan byr.

Vit koma at greiða nærri frá aðalfundinum ein av komandi døgunum.