Í Mentanarhúsinum í dag var tiltak, sum vit skipaðu fyri. Tombola, blususøla, Thomas Dam Intersport var á vitjan, kaffisøla og nýggju klæðini blivu avdúkað.

Av stuðlunum, ið koma at síggjast á spæliklæðunum hjá okkkum eru umframt høvuðsstuðulin Havsbrún, eisini Petur Larsen, Vónin, Norðoya Sparikassi, PL Stórbilar og Intersport. Á myndini síggjast Leivur Joensen, Oliver Korch og Bogi R. Petersen í nýggju og vøkru klæðunum.

Hóast tað langt síðan er avgjørt ítróttarliga, at vit hava tryggjað okkum í Effo deildini til í ár, so er ein rúgva at góðkenningum, ið skulu fáast í rætt lag, áðrenn vit fáa loyvi at spæla fótbólt. Freistin til at fáa hetta í rætt lag var 1. februar, og seint í gjárkvøldið komu boð frá FSF um, at vit lúka allar treytir, og nú er klárt at spæla fótbólt.Blusa_bak Blusa_front