Print Friendly, PDF & Email

Ikki fyri at taka nakað frá B 71 leikararum, so varð væntað, at ÌF, sum er í bestu deildini, fór at vinna á B 71, ið spælir í næstbestu deildini.
Tó var eingin fullvissa um tað, tí B 71 hava áður víst, at seiggj er í liði teirra. Í 1989 megnaðu sandoyingar at gerast Føroyameistarar í bestu deildini, taptu ongan dyst tað árið, so sigast má, at tað var eitt satt bragd.
Seiggið fer ikki úr fólki soleiðis uttan víðari.
Fuglfirðingar royndu seg við einum nýggjum liði. Venjararnir góvu øllum teimum ungu leikararum á liðnum kjans at sleppa at royna seg í dag, og tað var skilagott.
Í verjuni vóru John G., Margeir, í álopinum Andreas, seinni komu Levi og Jákup Oluf inn. Allir hesi ungu leikararnir spældu væl og skilagott, og segði okkum samstundis, at framtíðin hjá ÌF í fótbólti et bjørt.
Liðini byjaðu heldur varliga, men sum tíðin leið, kom meirra futtur í.
Bæðini liðini høvdu sínar møguleikar, so skjótt spælið varð byrjað, men einki spurdist burturúr.
Í 10. minutti eydnaðist tað Dánjali at skjóta bóltin inn fyri B 71 málið, har Clayton stóð, ið megnaði við góðum skoti at seta bóltin í meskarnar, so støðan gjørdist 1 – 0 til ÍF.
B 71 høvdu komu einar tvær tríggjar ferðir til skotkjansir, ið teir ikki megnaðu at fáa í málið.
Tá ið 20 min vóru spældir, eydnaðist tað Dánjali at skora til 2 – 0, ið varð hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki trýsti ÍF liðið meira, og mangan var nær við at fáa mál. So einaferð eydnaðist tað Kristoffuri at skjóta mál, til støðuna 3 – 0.
Nakað seinni skeyt Andy fjórða máli, og nakað seinni var Kristoffur á rætta staðnum, røttu løtuna, og skeyt bóltin í málið til 5 – 0.
Málini høvdu tað til felags, at tey vóru sera vøkur.
Tað sum var serliga áhugavert við hesum dystinum, var, at so nógvir ungir leikarar hjá ÌF fingu kjansin at spæla við. Sum longu nevnt, royndust allir sera væl, spældi skilagott og stríddust av øllum alvi.
Venjararnir Alexander, Pól E. og Jonn hava óivað tosað nógv um loysnina, teir nýttu í dag, men hiðani skal verða sagt, at hon royndist sera væl.
Sjálvandi verður tað ikki eins lætt at spæla móti einum sterkum liði í bestu deildini, sum móti liði í næstbestu deildini, tað vil so vera.
Næsti dystur verður komandi sunudag 12. apríl móti KÍ í Fuglafirði. Hesi liðini verða av fótbóltskønum mett sum tvey jøvn lið, so alt talar fyri einum spennandi dysti í Fløtugerði.
Stuðlar ÍF´ s eru altíð á rætta staðnum til røttu tíðina, tað verða teir eisini næsta dystin.

Signar