Print Friendly, PDF & Email

HB vann 2-0, men okkara dreingir leiktu ein fínan dyst og áttu at fingið meiri burtur úr – serliga í fyrra hálvleiki

Undan dagsins dysti høvdu vit fult stigartal, men høvdu kanska ikki spælt eins væl vit gjørdu seinasta ár. Ì dag spældu okkara dreingir ein fínan dyst, men fingu onki burtur úr. So dreingir – til komandi dystir gleða vit okkum til fyrst til stig og so til gott spæl afturat.

Í fyrra hávlleiki vóru okkara menn omaná og leiktu seg til fleiri góðar málmøguleikar, ið áttu at givið mál – kanska bæði 2 og 3. Seinni hávlleikur var javnari og eftir at HB fekk brotsspark,  sum teir løgdu seg framum 1-0 við, so var HB omaná. Men okkara góðust ikki og trýstu nógv fyri at javna. Men heilt farligt bleiv tað ongantíð. HB fekk hinvegin eitt kontraálop sum gav mál.

Lorta úrslit – men fínur innsatsur og gott spæl – vit gleða okkum til næsta dyst, tá vit koma sterkt aftur.

ÍF – HB 0-2 (0-0)
0-1: Símun Samuelsen, brts., 63′
0-2: Kristin R. Mouritsen, 80′

ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Poul Mikkelsen, Bogi Reinert Petersen, Jan Ellingsgaard – Hanus Thorleifsson (Jákup Johansen), Nenad Saric (Alexandar Joevic) , Høgni Madsen, Ari Ellingsgaard – Øssur Dalbú, Clayton Soares
HB: Teitur Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Alex José dos Santos (Pál M Joensen) – Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Bárður Olsen, Símun Samuelsen (Heini Vatnsdal) – Kristin R. Mouritsen – Andrew av Fløtum (Jógvan S Nolsøe)