Vit hava í kvøld gjørt avtalu við Ólav Larsen um at verða hjálparvenjari. Ólavur er eitt kent andlit í Fuglafirði og ikki minst í ÍF. Hann sat sum formaður í 4 ár, hevur verið ungdómsvenjari í fleiri ár, umframt at hann ein part av árinum í ár hevur tikið sær av øðrum liði hjá okkum. Tær venjingar, ið vóru, ímeðan vit bíðaðu eftir at fáa Jákup til høvuðsvenjara, tók hann sær eisini av.

Ólavur er 31 ára gamal, verður hetta fyrstu ferð, at hann verður knýttur at fyrsta liðnum. Tað er altíð gleðiligt, at vit hava okkara lokalu kreftir knýtt at felagnum, og ynskja vit Ólavi góða eydnu við nýggju avbjóðingini.

Fyrsta uppgávan hjá nýggja venjaraparinum verður í móti KÍ sunnudagin kl 15.

Koyr á, ÍF!