Óivað eru føroyingar, ið sóu dystin millum Rumenia og Føroyar, vónbrotnir, tí allir høvdu vit væntað eitt frægari úrslit.
Móti Ungarn vórðu vit snýttir fyri eitt brotsspark og taptu dystin 2 – 1.
Men var tað ikki eitt heiðursligt úrslit ?
Grikkaland vunnu vit bæði í heima – og útidysti.
Í kvøld var okkara lið sera óheppið og tapti 3 – 0.
Havandi í huga at rættiliga stór útskifting er gjørd á liðnum, so haldi eg ikki úrslitið var so vánaligt.
Verður tikið saman um gongdina í føroyskum fótbólti, kunna vit staðfesta, at fótbólturin hevur ment seg ótrúliga nógv, síðani vit fóru at taka lut í altjóða fótbólti.
Teir yngru leikararnir, ið hava spælt uttanlands, hava lært nógv m.a. krøvini um ferðina í einum dysti á altjóða støði.
Í dag spælir okkara lið nógv betri fótbólt, enn tað gjørdi fyri 25 árum síðani. Vit mennast, sum tíðin líður, og nú sæst úrslitið, vit megna at stríðast móti teimum bestu úti í heimi.
Er tað ikki ófatiligt, at lítla tjóðin Føroyar við sínum 50. 000 fólkum er nátt so langt sum tað er ?
Myndugleikararnir hava stuðlað ítróttini væl, og mangar eldhugaðar fótbóltssálir hava gjørt sítt til tað dygdararbeiðið, ið hevur verið gjørt, ítróttini til frama.
Verður hildið fram við tí kós, ið er sett, so ganga ikki mong ár, til vit buka teir stóru.
Tøkk tit mongu, ið hava tikið lut og skapt okkum góð úrslit.
Tøkk tit, ið hava vant liðið og eru komin til so fræg úrslit, sum vit eru.
Alt bendir á, at vit hava eina bjarta framtíð fyri okkum.

Signar